Hitapumpur


Hitapumpurnar Demich framleiða natúrliga orku til tíni hús úr luftini, jørðini og sjónum. Velur tú t.d. eina Vølund hitapumpu, avloysir hon vanligu oljufýringina, og gevur tær eina dygdargóða og væl roynda orkuloysn - eisini í føroyska veðurlagnum.
 
Vølund hitapumpan sær snøgg út og krevur lítið pláss, hon hevur eina intelligenta veðurlagsstýring, og veitir hon góða trygd ímóti bakterium í vatninum. Hitapumpan er serstakliga væl egnað til teirra, sum hava gólvhita.
 
Hetta er lætt, bíligt og umhvørvisvinarligt, bæði um tú skalt byggja nýtt ella broyta orku- og hitaskipanina í húsinum.
 
Minst til, at vit ráðgeva tær, seta skipanina upp og fara ongan veg fyrr enn alt riggar, sum tað skal.
 
Hitapumpan nýtir streym og ikki olju. Tí er streymprísurin í mun til oljuprísin avgerandu fyri, hvør orkukelda lønar seg best.
 
Besta nyttan fæst, tá hitaskipanin í húsinum og hitapumpan standa í máti til hvørt annað. Hesa vitan hevur Demich, og hesum taka vit hædd fyri, tá ið vit práta saman um júst tína skipan og orkutørv.
 
Demich selur fleiri ymsar hitapumpur. Tær eru: Luft til luft, luft til vatn, og vatn til vatn. Møguleikarnir eru nógvir, og teir krevja tískil ekspertisu og ráðgeving
 
Vølund og Mitsubishi Electric eru hitapumpusløgini, ið vit hava serfrøði innan fyri, og tað eru hesi bæði, ið fáast hjá Demich. 
 
Les meira í teiginum vinstrumegin.