Luft til vatn: hiti frá A til Z


Tá tú sum kundi skalt taka eina avgerð um hvørja hitapumpu, tú skalt ogna tær, er tað av avgerðandi týðningi, at tú hevur álit til bæði vøruna og veitaran.
 
Vit bjóða luft til vatn hitapumpur, sum eru framleiddar av Vølund. Vølund hevur meira enn 30 ára royndir við at menna og framleiða dygdargóðar og álítandi hitapumpur. Sum heild finna vit altíð Vølund pumpurnar á yvirlitum, sum vísa á bestu hitapumpurnar, sum eru á marknaðinum, bæði tá talan er um góðsku, snið og ikki minst COP virði.
 
Haldføra tilfarið, sum eyðkennir hitapumpurnar frá Vølund, bjóðar tær eina vælvirkandi orkuloysn í nógv ár.
 
Luft til vatn hitapumpan kemur fullkomiliga í staðin fyri oljufýrið. Við øðrum orðum er hetta ein 100% loysn, sum bæði hitar húsið og brúksvatnið.
 
Í stuttum tekur hon kalda luft inn í ein kompressara, økir lufthitan við at komprimera luftina og gera hana til heitt vatn, ið síðani fer inn í hitaskipanina í húsinum.
 
Her eru nakrir fyrimunir við luft til vatn-pumpuni: Skjót at seta upp, krevur lítið pláss og hon er sera væl egnað til gólvhita.
 
Ert tú í iva um bestu loysnina, ið á bestan hátt kann nøkta júst tín, so set teg í samband við okkara orkuráðgevarar.

 
Tú kann eisini taka niður ymiskar faldarar v.m. her