Tíðindi

5 lærlingar til Demich
18-05-2018
Kundi tú hugsað tær at lært at sveisa, nitta, lodda, skrúva og annars alt innan gott gamalt handverk, samstundis sum tú er frammi í skónum, tá tað kemur til nýggjastu tøknina?

Tað fært tú møguleika til hjá okkum, tí samstundis sum tað góða handverkið altíð hevur verið okkara stoltleiki, so hava vit leingi lagt okkum eftir at vera fremst, tá tað kemur til nýggjastu tøknina.

Fremst innan grøna orku
Vit eru í fremstu røð innan grøna orkuøkið, og vit hava í dag drúgvar royndir innan alternativa orku við hitapumpuskipanum, sum taka orkuna burtur úr jørðini, luftini og sjónum. Vit nýta nýggjastu og mest framkomnu amboð og maskinur innan okkara starvsøki.

Góðir møguleikar
Eftir lokna lærutíð hjá Demich hevur tú góðar møguleikar á tíni starvsleið.
Tú kann velja at lesa víðari, eitt nú til:
- Maskinmeistara
- Bygningskonstruktør
- HVS installatør

Ella tú kanst velja at halda fram í yrkinum. Starvsøkið er í stórum vøkstri, serliga innan grøna økið, og møguleikarnir at halda fram eftir lokna lærutíð eru tí sera góðir.

Vit kunnu bjóða tær fýra spennandi og stuttlig ár sum lærlingur til rør- og blikksmið, har skúlagongdin er 55 vikur tilsamans. Skúlagongdin verður í bestu umstøðum og við nýggjum maskinum og amboðum í nýggja Skúladeplinum hjá Glasi í Marknagili. Um tú hevur part av skúlagongdini ella viðkomandi royndir frammanundan, kann søkjast um at fáa stytt lærutíðina.

Stórar verkætlanir
Tú arbeiðir saman við dugnaligum starvsfeløgum á okkara verkstaði, heima hjá kundum ella úti á størri byggiplássum – eitt nú á Glasi og á Landssjúkrahúsinum. Hjá okkum kemur tú at arbeiða við nýggjastu tøknini innan hita, jarn og blikksmíð, umframt ventilatión og hitapumpuskipanum.

Eitt nú eru vit í løtuni í gongd við Føroya størstu jarðhitaskipan (á Glasi) og helst størstu sjóvarhitaskipanina í Norðurlondum (nýggi H-bygningurin á LSH)

Eitt lærupláss í Norðurøkinum

Eitt av lærlingaplássunum verður í Eysturoynni og Norðoyggjum, heima hjá kundum og úti á okkara byggiplássum.

Send okkum eini boð
Er hetta nakað fyri teg og vilt tú vita meira um læruplássið, so ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Ring ella skriva til Torbjørn Hansen á telefon 350 300, ella send teldupost til torbjorn@demich.fo

Tú kanst eisini senda okkum eini boð á facebook.com/demichfo ella støkka inn á gólvið hjá Demich, Stiðjagøta 2.


Aftur