Tíðindi


Kom í læru í handlinum hjá Demich
29-05-2018
Kundi tú hugsað tær at verið partur av handlinum hjá Føroya fremsta virki innan grøna orku og HVS veitingum? So er møguleikin nú at søkja, tí Demich sóknast eftir einum handilslærlingi.

Kundi tú hugsað tær at verið partur av handlinum hjá Føroya fremsta virki innan grøna orku og HVS veitingum? So er møguleikin nú at søkja, tí Demich sóknast eftir einum handilslærlingi.


Sum lærlingur arbeiðir tú í høvuðsheitum í handlinum og goymsluni hjá okkum á Stiðjagøta 2 í Havn. Lærutíðin er upp til 4 ár, alt eftir hvørja skúlagongd tú hevur frammanundan.


Skúlagongdin er til samans 10 vikur, og er hon annaðhvørt í Føroyum ella í Danmark. Tekur tú vanliga handilsútbúgving, er skúlagongdin í Føroyum. Velur tú HVS sum sergrein, er skúlagongdin í Danmark.


Tú fært góðar arbeiðsumstøður, kemur at arbeiða sjálvstøðugt og soleiðis geva títt íkast til virksemi okkara.

 

Vit eru í fremstu røð innan grøna orkuøkið, og vit hava í dag drúgvar royndir innan alternativa orku við hitapumpuskipanum, sum taka orkuna burtur úr jørðini, luftini og sjónum. Vit nýta nýggjastu og mest framkomnu amboð og maskinur innan okkara starvsøki.

 

Er hetta nakað fyri teg og vilt tú vita meira um læruplássið, so ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Ring ella skriva til Torbjørn Hansen á telefon 350 300, ella send teldupost til torbjorn@demich.fo, skjótast til ber, tó í seinasta lagið 18. juni 2018.

 

Tú kanst eisini senda okkum eini boð á facebook.com/demichfo/ ella støkka inn á gólvið hjá Demich, Stiðjagøta 2.


Aftur