Tíðindi

Goymslufólk til Demich
13-09-2018
Vit sóknast eftir einum dugnaligum og álítandi goymslufólki.
Hjá Demich stremba vit eftir at hvessa okkum vitið, og vit fylgja støðugt við menningini.

Vit hava seinastu árini lagt okkum á odda innan grøna orkuøkið, har vit hava uppbygt nógvar og góðar royndir. Tað veri seg við hitapumpum, sum taka orkuna úr jørðini, luftini og sjógvi, umframt ventilatiónshitapumpum, har vit meta, at stórir vakstrarmøguleikar verða komandi árini.

Demich er ein út við 60 ára gomul fyritøka. Vit hava nógv góð starvsfólk, og komandi árini fáa vit brúk fyri enn fleiri. Vit eru eitt gott og trygt arbeiðspláss við skipaðum arbeiðsumstøðum fyri øll starvsfólk.

Talan er um eitt spennandi og mennandi starv, har tú hevur møguleikan at seta tíni fingramerki á títt starv.

Talan er um eitt fast starv, har arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

Starvið fevnir um:
- útkoyring av vørum
- pakking av vørum
- avgreiðslu í goymsluni
- bílegging av vørum
- móttøku av vørum
- umframt ymisk annað fyrifallandi

Tú ert álítandi og røkin av lyndi, umframt at tú hevur koyrikort til lastbil og trukk.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Hevur tú spurningar um størvini, ert tú vælkomin at venda tær til Róa Kalsø roi@demich.fo ella á tel. 290 331.

Tú ert eisini vælkomin at senda okkum eini boð á facebook.com/demichfo/ ella støkka inn á gólvið hjá Demich, Stiðjagøta 2.

Aftur