Tíðindi

Kom í læru hjá Demich
07-01-2019
Vit sóknast eftir lærlingum til HVS arbeiði og blikksmíð. Ein til Eysturoy og Norðoyggjar og ein ella fleiri til Tórshavn.

Lærlingurin í Eysturoynni og Norðoyggjum skal av og á vera til arbeiðis í blikksmiðjuni í Havn.

Demich er eitt arbeiðspláss við nógvum spennandi avbjóðingum, har vit raðfesta tænastu, góðsku og gott handverk í tí, vit gera.

Tú kemur í læru í Føroya fremsta HVS-virki. Starvsfelagarnir eru millum dugnaligastu í landinum, og arbeiðsumstøðurnar eru góðar.

Vit vænta, at tú ert nærlagdur, ágrýtin og røkin og setir ávikavist kundatænastu og gott handverk í fremstu røð. Tú fært góðar arbeiðsumstøður og kemur sum frálíður eisini at arbeiða sjálvstøðugt og soleiðis geva títt íkast til virksemi okkara.

Í lærutíðini hevur tú fulltíðarstarv, og tú arbeiðir heima hjá kundum og úti á okkara stóru byggiplássum. Lærutíðin er 4 ár og skúlagongdin er á Tekniska skúla í Havn. Skúlatíðin er 58 vikur.

Umsóknir
Umsóknir skulu sendast til Torbjørn Hansen á torbjorn@demich.fo. Viðmerk umsóknina “lærlingur”. Seinasta freist at søkja er mánadagin 21. januar 2019.

Hevur tú spurningar um læruplássini, ert tú vælkomin at venda tær til Torbjørn Hansen á torbjorn@demich.fo ella á tel. 350 300.

Tú ert eisini vælkomin at senda okkum eini boð á Facebook ella støkka inn á gólvið hjá Demich, Stiðjagøta 2.

Aftur