Tíðindi


Jarðhiti loysir seg
24-09-2015
At skifta til jarðhita loysir seg. Hetta skrivar Jarðfeingi í tíðindagrein á heimasíðu síni.

Eini hjún skiftu sær nevniliga oljufýrið út við einari hitapumpu fyri tveimum árum síðani, og tey hava longu spart sær meira enn helvtina av árligu útreiðslunum til hita. Árliga útreiðsla teirra er fallin frá 27.000 kr. til 12.500 kr. Íløga teirra verður afturgoldin eftir átta árum.

Tey lata væl at nýggju skipanini. Inniklimaið er frálíkt, og allir radiatorarnir standa á einum føstum stigi, so hitin er hin sami alla tíðina, skrivar Jarðfeingi.

Hjá einum øðrum pari er mánaðarliga útreiðslan fallin frá 2.200 kr. til 700 kr.

Tað er tískil ikki bert í nýggjum húsum, at tað loysir seg fíggjarliga at fáa sær jarðhita. Jarðhiti hóskar seg eisini til gomul hús við radiatorum.

Les alla greinina her


Vit veita og seta upp hitapumpur ið taka hita úr luft, sjógv og jørð. Set teg í samband við okkum á tlf. 350 300 ella á demich@demich.fo og fá eitt orkuprát.


Aftur