Um Demich pf.


 

1960

Tann 27. januar 1960 var Fa. Demich stovnað. Tað vóru Johannes C. Michelsen (Lill) og Óli F. Debess, ávíkavist stjóri og blikksmiðjur, sum stovnaðu felagið. Navnið Demich kemur frá eini samanseting av teirra eftirnønum. De frá Debes og mich frá Michelsen.

1971

Felagi verður umskipað til partafelag tann 17. februar 1971.

1982

Simon Hansen og Trygvi F. Guttesen, báðir verkfrøðingar, keyptu felagið 10. november 1982. Tá helt felagið til á Tinghúsvegnum.

1987

Í 1987 flutti Demich út á Stiðjagøtu í Tórshavn.

Talan var um nýggjan bygning, sum Demich lat byggjað. Bygningurin hevur eina gólvvídd upp á 1.000 fermetrar, sum fevna um handilshøli, goymslu og verkstað.

1994

Í 1994 teknaðu Torbjørn Hansen, Bjarne Hansen og Olav Guttesen partapening í Demich og komu sostatt við í felagið. Olav hevur eftirfylgjandi selt sín part aftur.

2001

1. januar 2001 fór Simon Hansen frá sum stjóri, og í hansara stað varð Torbjørn Hansen settur.

2002

Í desember 2002 læt deildin upp í Vági, og høvdu suðuroyingar nú eisini møguleika at siga "okur eiga Demich".

Hendan deildin lat aftur í 2011.

2007

Eftir at hava átt í Demich í 25 ár, seldu Simon Hansen og Trygvi Guttesen sín part av felagnum í 2007, og seinni sama ár keypti Hákun Hansen seg inn í felagi.

2008

Í Apríl 2008 læt triða deildin hjá Demich upp í Saltangará í Eysturoyinni. Hendan deildin læt tó aftur í 2010.

Í Juli 2008 leggja P/F Leivur Nattestad og P/F Demich saman, og kemur Demich harvið at umboða Nibe/Vølund, ið er ein av størstu veitarum innan hitapumpu skipanir í Europa. Samstundis gjørdist Atli Dávur Nattestad nú partaeigari í Demich.

2016

Demich lat byggja eina nýggja Goymsluhøll á 480 kvm yvirav verandi verkstað og skrivstovubyggningum á Stiðjagøtu.

2017

í dag eru 4 partaeigarir av Demich. Hesir eru Torbjørn Hansen, Bjarne Hansen, Hákun Hansen og Atli D. Nattestad.


 

----


Tað starvast íløtuni o.u. 35 fólk hjá Demich. Tey eru knýtt at okkara verkstøðum, handlum og skrivstovu umframt teknistovu okkara.

Við okkara mongu dugnaligu handverkarum leggja vit stóran dent á gott handverk. Um  tygum ynskja eitthvørt hvs-arbeiði gjørt, eru vit altíð til dystin fús.





Login