Vælkomin á deild okkara í Tórshavn. Her hava vit hildið til síðan 1986. Talan er um tveir bygningar á tilsamans 1.000 fermetrar.
 
Her starvast umleið 35 fólk, sum eru knýtt at verkstaðnum, handlinum og skrivstovuni, umframt teknistovu okkara, har verkfrøðingar sita og tekna og projektera.
 
Verkstaður okkara er ein av teimum mest framkomnu í Føroyum, tá ið tað snýr seg um blikksmíð. Við góðum maskinum og kønum fólki, kunnu vit loysa eina og hvørja uppgávu í samband við rør-, blikk- og jarnsmíð. Vit hava nýliga fingi nýggjar størri maskinur á verkstaðnum, so vit nú eru ein av teimum heilt fáu veitaranum í Føroyum ið kunnu bjóða tilgerð av lutum úr tunnplátum ið eru 3 m. til longdar.

Hetta er orsøkin til, at vit m.a. gera nógvar ymiskar sergjørdar ventilatiónslutir fyri aðrar fyritøkur í Føroyum.


Tú ert altíð vælkomin inn á gólvið at fáa ráðgeving frá starvsfólki okkara ella at síggja og velja tilfar, ið tær tørvar. Eisini ber til at fáa eitt óbindandi tilboð uppá HVS-vørur og HVS-arbeiði.
 

Demich P/F

Postboks 378 - Stiðjagøta 2

FO-110 Tórshavn

Telefon +298 350 300


Opið er soleiðis: 
Mán-Frí 8-17, Ley 10-13