Stuðulspolitikkur hjá P/F Demich


P/F Demich hevur sum endamál at veita vørur og tænastur  innan HVS og blikksmíð til byggivinnuna og privata marknaðin, fyri kappingarførar prísir, á so høgum tænastu- og góðskustøði sum gjørligt.
 
P/F Demich stuðlar hvørt ár ymisk tiltøk innan tað mentunarliga og ítrottarliga. Vit meta stuðul til ítrott og mentan sum eina íløgu og vilja vit tí hava nakað afturfyri stuðulin.
 
Stuðul til vælgeranadi endamál vilja vit eisini verða ein partur av eftir førimuni.
 
Allar umsóknir viðvíkjandi stuðli skulu verða skrivligar, munnligar umsóknir verða ikki viðgjørdar. Verður umsóknin send inn minni enn ein mánað áðrenn tiltakið, so verður umsóknin ikki viðgjørd.
 
Í umsóknini skal síggjast greitt hvat endamálið er við tiltakinum ella virkseminum, hvat stuðulin skal brúkast til og hvat vit fáa burturúr at stuðla umsóknini. Allar umsóknir verða viðgjørdar og fáa svar við teldupost ella post.

Umsóknir um stuðul skulu sendast við posti, ella telduposti til:

P/F Demich
Postbox 378
FO-110  Tórshavn
 
demich@demich.fo