Tíðindi

Lærlingur til handilin hjá Demich
25-06-2020
Kundi tú hugsað tær at verið partur av handlinum hjá Føroya fremsta virki innan grøna orku og HVS veitingum? So er møguleikin nú, tí Demich søkir eftir einum handilslærlingi til handilin í Tórshavn.

Um læruplássið

Kundi tú hugsað tær at verið partur av handlinum hjá Føroya fremsta virki innan grøna orku og HVS veitingum? So er møguleikin nú, tí Demich søkir eftir einum handilslærlingi til handilin í Tórshavn.

Sum lærlingur arbeiðir tú í høvuðsheitum í handlinum og goymsluni hjá okkum á Stiðjagøta 2 í Havn. Lærutíðin er frá 2 árum upp í 4 ár, alt eftir hvørja skúlagongd tú hevur frammanundan.

Skúlagongdin er tilsamans 10 vikur, og er hon annaðhvørt í Føroyum ella í Danmark. Tekur tú vanliga handilsútbúgving, er skúlagongdin í Føroyum. Velur tú HVS sum sergrein, er skúlagongdin í Danmark.

 

Um teg

Tú fært góðar arbeiðsumstøður, kemur at arbeiða sjálvstøðugt og soleiðis geva títt íkast til virksemi okkara. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, ágrýtin og røkin og setir kundatænastu í fremstu røð.

Er hetta nakað fyri teg og vilt tú vita meira um læruplássið, so ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Erland Jacobsen á tlf nr 290 365 ella mail erland@demich.fo.

Tú ert eisini vælkomin at senda okkum boð á Facebook ella støkka inn á gólvið hjá Demich, Stiðjagøta 2. Umsóknarfreist er fríggjadagin 24. juli kl. 15:00. Vit vænta, at tú kanst byrja 3. august.

 

Um Demich

Demich er í fremstu røð innan grøna orkuøkið, og vit hava í dag drúgvar royndir innan alternativa orku við hitapumpuskipanum, sum taka orkuna burtur úr jørðini, luftini og sjónum. Vit nýta nýggjastu og mest framkomnu amboð og maskinur innan okkara starvsøki.

 

Søk starvið her!


Aftur