Vælkomin á deild okkara í Tórshavn. Her hava vit hildið til síðan 1988. Talan er um tríggjar bygningar á tilsamans 1.500 fermetrar.
 
Her starvast umleið 50 fólk, sum eru knýtt at verkstaðnum, handlinum og skrivstovuni, umframt teknistovu okkara, har verkfrøðingar sita og tekna og projektera.
 
Verkstaður okkara er ein av teimum mest framkomnu í Føroyum, tá ið tað snýr seg um blikksmíð. Við góðum maskinum og kønum fólki, kunnu vit loysa eina og hvørja uppgávu í samband við rør-, blikk- og jarnsmíð. 


Tú ert altíð vælkomin inn á gólvið at fáa ráðgeving frá starvsfólki okkara ella at síggja og velja tilfar, ið tær tørvar. Eisini ber til at fáa eitt óbindandi tilboð uppá HVS-vørur og HVS-arbeiði.
 

Demich P/F

Postboks 378 - Stiðjagøta 2

FO-110 Tórshavn

Telefon +298 350 300


Opið er soleiðis: 
Mán-Frí 8-17, Ley 10-13