Okkara dygd
er tín trygd

Heildarveiting av grønum orkuloysnum

Í mun til vælveru, fígging og umhvørvi er hitapumpan besta hitaloysnin til heimið. 

Orkuráðgeving – 60 ára serkunnleiki

Skalt tú hava eina orkuloysn? So eru nógv atlit at taka. Vit bæði vegleiða, ráðgeva, dimensjonera, veita og uppseta. Við okkara hitapumputænastu ert tú í góðum hondum – eisini í framtíðini. Umhvørvisstovan hevur góðkent okkum at seta hitapumpuloysnir upp, og eisini eru vit løggildir el-innleggjarar. Tí loyva vit okkum at siga, at okkara dygd er tín trygd.

Dimensjonering – loysnir til tín tørv

Okkara serfrøðingar taka sær av øllum orkuloysnum. Vit tryggja, at loysnin er tann rætta, og vit hjálpa tær at taka støðu til, um tú skalt hava jarðhita ella aðra orkuloysn. Vit tryggja eisini, at loysnin verður dimensjonerað rætt, og at hon nøktar júst tín orkutørv. Vit brúka bara tað besta tilfarið til hitaskipanina, og vit fyribyrgja sostatt, at nakað óvæntað fer fram í uppsetingini.

Boring – vit ganga á odda

Vit vóru tey fyrstu at bora jarðhitahol í Føroyum, og í dag hava vit fleiri hundrað jarðhitahol á baki. Vit dimensjonera holið, søkja um boriloyvi og avgreiða boringina fyri teg. Vit brúka serligar slangur, sum tryggja, at tú fært mest møguliga orku burtur úr jarðhitaholinum.

Veiting – ein av bestu hitapumpunum á marknaðinum

Vit umboða ein av teimum bestu og størstu hitapumpuveitarunum í heiminum. Tí kunnu vit bjóða tær eina av framkomnastu hita- pumpuloysnunum á marknaðinum.

Uppseting – eftir bókini

Vit gera nógv burturúr at útbúgva okkara starvsfólk. Tey eru upplærd í at seta hitaskipanina upp skjótt og væl, og tey tryggja, at orkuloysnin nøktar júst tín tørv. Vit gera í grundini alt fyri teg, íroknað el-innlegging, og kunnu eisini seta grøna orkumálaran upp, so at tú fært tann bíligara el-prísin, ið er á grønari orku. Harafturat fært tú okkara góðskutrygging av hitaloysnini og neyðuga upplæring, tá ið hitaloysnin er liðug.

Hitampumputænasta – garanti og tænasta

Velur tú hitapumputænastu frá okkum, víðka vit garantiið úr 1 árið til 5 ár. Vit eftirkanna hitapumpuna hvørt ár og tryggja, at hon koyrir so væl og bíliga, sum hon eigur. Tað lógarkravda hitapumpueftirlitið er fevnt av okkara árliga eftirliti. Velur tú hitapumputænastu, eru vit til taks á telefonini allar dagar millum 08.00 og 22.00.

Hitapumpur

Góðskutrygging

Vit eru einasti veitari í Føroyum, sum hevur eina aktiva góðskutrygging. Góðskutryggingin er eitt skjal, sum inniber allar upplýsingar um hitapumpuna. Í høvuðsheitum fevnir hetta um móttøkueftirlit, framleiðslueftirlit, endaeftirlit umframt myndir og viðmerkingar. So vita vit – og tit – altíð hvat og hvussu.

Grøn orka í Føroyum

Hug til eitt prát um orku?

Kundi tú hugsað tær betri yvirlit og eitt sindur av fakligheit? Um tú ætlar at skifta oljufýringina út ella skifta til hitapumpu ella supplera við øðrum orkukeldum, so kom og práta við okkum um tað.

Tað er óbindandi og ókeypis, sjálvandi, og so fært tú eina góða mynd av, hvat loysir seg best.