Um Demich

Okkara dygd – tín trygd
Tú hevur allarhelst brúk fyri eini hitaloysn. Allarhelst eisini ásannað, hvussu nógv er at hugsa um. Hjá Demich fært tú allan pakkan – hita, ventilatión og sanitet. Vit bæði veita tær skipanina og seta hana upp fyri teg. Umhvørvisstovan hevur góðkent okkum, og eisini eru vit løggildir el-innleggjarar.
Tí kunnu vit siga, at okkara dygd er tín trygd.
Vit hava hildið til í Stiðjagøtu í Havn síðani 1988, har vit í dag húsast í trimum bygninum á á tilsamans góðar 1.500 fermetrar. Her eru vit eini 70 fólk, sum eru knýtt at verkstaðnum, handlinum og skrivstovuni, umframt teknistovu okkara, har verkfrøðingar sita og tekna og prosjektera. Verkstaður okkara er ein hin framkomnasti í landinum. Við góðum maskinum og góðum hondum loysa vit uppgávur innan rørsmíð, blikksmíð og jarnsmíð – eina fyri og aðra eftir.
Legg leiðina framvið og práta við okkum um dreymahúsini ella onkra aðra spennandi verkætlan, tú gongur og hugsar um, so vit kunnu hjálpa tær at koma har til.
Búmerki
Størv
Tað sagt, leita vit altíð eftir dugnaligum fólkum. Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn á starv@demich.fo.
Starvsfólk
Stjórn
Anja Rein
Hitapumpu- og servicedeild
Poul Johan Arge
Fríðbjørn Seloy
Hjalmar Jóhan Juul
Poul Anker Zachariassen
Projektdeild og Teknistova
Hákun Hansen
Martin á Fløghamri
Dánjal Pauli Skorá
Hans Magni Danielsen
Verkstaður
Villy Joensen
Fíggjardeildin
Hanna Poulsen
Sofía Matras Lassen
Søludeildin
Erland E. Jacobsen
Ivan Gærdbo Hofgaard
Jóhan Nattestad Kass
Atli D. Nattestad
Tanja Danielsen
Spurningar?
Set teg í samband við okkum, so svara vit sum skjótast.