El-arbeiði

Allan pakkan

Vit ynskja at geva kundum okkara eina heildarloysn, tá tey fáa sær eina grøna orkuskipan. Vit gera alt tað vanliga el-arbeiði, og sum liður í menningini hjá okkum at vera Føroya fremsta virki innan grøna orku, eru vit nú eisini løggildir el-innleggjarar. 

Grønur el-málari

Við tí grøna el-málaranum frá SEV fært tú bíligari el til hitapumpuna ella el-bilin. Vit kunnu seta el-málaran, sum er ein treyt frá SEV, vilt tú hava tann bíliga streymin. Hetta gera vit gleðiliga fyri teg, tá tú keypir hitapumpu frá okkum, og um tú longu hevur hitapumpu, kunnu vit eisini koma og seta málaran upp fyri teg.

Mynd av Kallinum

Set teg í samband við Jens

Kundi tú hugsað tær betri yvirlit og eitt sindur av fakligheit? Um tú ætlar at skifta oljufýringina út ella skifta til hitapumpu ella supplera við øðrum orkukeldum, so kom og práta við okkum um tað.

Tað er óbindandi og ókeypis, sjálvandi, og so fært tú eina góða mynd av, hvat loysir seg best.

Set teg í samband við Jens á 350 302 ella jens@demich.fo.