Heildarloysn til nýggj sethús

Dreymahúsini

At byggja eini nýggj hús er sera spennandi, tí har fara tú og tíni at liva saman næstu nógvu árini. Avgerðirnar eru nógvar, og hitakeldan er kanska ikki tað fyrsta, tú hugsar um, men í grundini er hetta eitt tað týdningarmesta, um tú vilt tryggja tær, at tit fara at trívast har í nógv ár framyvir. Ein jarðhitapumpa ella luft til vatn-hitapumpa er ein umhvørvisvinarlig hitaloysn, sum tryggjar hita og – við einum ventilatiónsanleggi – góða inniluft alt árið. Og tað besta – tú sleppur undan at stúra fyri dýrum orkurokningum.

Hvat raðfestir tú hægst?

Tá tú byggir nýtt, kanst tú velja púra frítt, hvørja hitaloysn tú fært tær. Men vilt tú raðfesta burðardygd og lægri útreiðslur, so eru jarðhitapumpur og luft til vatn-hitapumpur nógv bestu loysnirnar, tí hesar eru á einum haldgóðum støði bæði fíggjarliga og umhvørvisliga. 

Varandi orka

"Tilfeingið" er beint uttan fyri hurðina og gevur tær hita og heitt vatn alt árið. Harafturat kann ein hitapumpa bøta um inniluftina í væl bjálvaðum húsum, í og við at tú hevur ventilatión. Okkara hitapumpuloysn hevur nýggjastu tøknina, sum gevur tær eina samlaða stýring, sum merkir, at tú altíð kanst tillaga hitaloysnina eftir tørvi. 

Støðugur hiti

At hita eini væl bjálvað hús er í dag ikki nøkur avbjóðing. Men á sumri kunnu húsini gerast ov heit, og tá ger hitapumpan stóran mun. Tí óansæð um tú velur eina jarðhitaloysn ella eina luft til vatn-loysn, so kanst tú køla húsini niður. Passiv køling er ein einfaldur, búskaparvinarligur og munagóður máti at fáa ein javnan hita uttan mun til árstíðina. 

Hvat skal eg velja?

At byggja eini nýggj hús er ein spennandi tilgongd. Hitapumpur eru umhvørvisvinarligar, orkusparandi og geva støðugan hita. Velur tú so eisini okkara ventilatiónsskipan, fært tú harumframt nógv betri inniumhvørvi. Trýst á knøttarnar niðanfyri og les nærri um ymisku sløgini av hitapumpum umframt møguleikar innan HVS, so tú veitst, hvat hóskar seg best til nýggju húsini. 

Send
fyrispurning
um orkuprát

Viðkomandi skjøl sum plantekingar, mynd av grundstykki, orkunýtslu oa.

Í mesta lagi 10 MB
Henintar ...
fileuploaded.jpg
Feilur. Fílurnar skulu tilsamans fylla í mesta lagi 10MB.

Vel eitt ella fleiri

Vit takka fyri fyrispurningin og seta okkum í samband við teg skjótast gjørligt.
Okkurt gekk galið! Vinaliga royn aftur.
Ivan Gærdbo Hofgaard

Hug til eitt prát um orku? 

Kundi tú hugsað tær betri yvirlit og eitt sindur av fakligheit? Um tú ætlar at skifta oljufýringina út ella skifta til hitapumpu ella supplera við øðrum orkukeldum, so kom og práta við okkum um tað.

Tað er óbindandi og ókeypis, sjálvandi, og so fært tú eina góða mynd av, hvat loysir seg best.

Set teg í samband við ein av okkum.