Handilin

Hevur tú hug at síggja eina hitapumpu?

Tú ert vælkomin at hyggja inn á gólvið í handli okkara úti í Stiðjagøtu. Her stendur ein riðil av nýmótans hitapumpum, sum tú kanst síggja, so tú fært eina fatan av, hvussu ein slík hevði tikið seg út heima við hús. Tú sært eisini, hvussu tær virka og eru settar saman, og hvussu tú brúkar displayið – ja, tú kanst sleppa at pilka við so nógv, sum tú hevur hug. 

Harumframt hava vit eina installatión standandi frammi, sum myndar eitt jarðhitahol – so sært tú, hvussu hendan nógv umrødda íløgan í veruleikanum sær út.

Ivast tú eitt sindur?

Vit vita væl, at grøn orka og hitapumpur enn eru eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi í Føroyum. Tí siga vit altíð, at tað finnast eingir býttir spurningar. Og í nógvum førum veitst tú kanska ikki eingongd, hvat tú yvirhøvur skalt spyrja um. Tað er eisini í lagi. Vitanin aftan fyri hitapumpur er kompliserað. Tí spyrja vit inn til tín – bæði húsini og sjálvt húsarhaldið. Soleiðis tryggja vit okkum, at tú fært eina loysn, har tú bæði sparir pengar og tekur atlit til umhvørvið. 

Er tað okkurt serligt, tú hugsar um?

Baðirúmsmøplar? Vesikummur? Stýringar? Vit tora næstan at siga, at vit hava alt, sum tú hevur brúk fyri. Er tað onkur servøra, sum ikki liggur á lagrinum, so fáa vit bílagt hana heim akkurát sum einki. Og er tað okkurt, sum tú ætlar, at teir á Blikksmiðjuni skulu framleiða, so kunnu vit eisini tað.

Veitarar

Okkara sølufólk

Ivan Gærdbo Hofgaard

orkuráðgevi

Oddur Olsen

Sølu- og innkeypsleiðari

Jastrid Brekkstein

Sølukvinna

Jóhan Nattestad Kass

Sølumaður

Atli D. Nattestad

HVS-Innstallatørur