Heildarloysn til bygningar
Eitt sterkt toymi
Vit á Demich hava eina teknideild, sum er væl mannað við verkfrøðingum, HVS-installatørum og el-installatørum. Hetta eru serfrøðingar, sum eru meira enn so førir fyri at projektera, tekna og góðskutryggja allar verkætlanir. Vit ráðføra okkum við tykkum og tryggja okkum altíð, at tit fáa ta bestu loysnina. Fyri okkum er eingin uppgáva for stór ella for lítil.
Hiti
Í yvir 60 ár hava vit veitt føroyingum hitaloysnir. Vit vóru teir fyrstu at royna sjóhita í Føroyum, og vit hava royndir við øllum sløgum av hitaverkum, ketlum, fjarhitavekslarum og øllum sløgum av hitapumpum, so sum jarðhitapumpum, luft til vatn-hitapumpum, ventilatiónshitapumpum, luft til luft-hitapumpum og sjóhita.
Ventilatión
Veri tað seg ventilatión til framleiðslu, kontór ella køk, so hava vit loysnina. Blikksmiðja okkara framleiðir ventilatiónskanalir og -rør, og sostatt er hetta føroysk framleiðsla. Tí er ikki bara talan um eina burðardyggari loysn, enn um vit fraktaðu hesi inn í landið, men eisini merkir hetta, at vit kunnu skraddaraseyma til hvønn einstakan tørv.
Hvussu við radiatorum?
Summi halda, at hitapumpur hóska seg bara við gólvhita. So langt frá. Hitapumpur rigga líka væl við radiatorum sum við gólvhita. Er radiatorurin ov lítil, noyðist tú at skifta hann út við ein størri radiator, men tað uppliva vit sjáldan, tí flestu heimini hava nóg stórar radiatorar. Við eini hitapumpu fært tú ein nógv javnari hita.
Jarðhiti
Umhugsar tú jarðhita? Tá ið eini eldri hús skulu hava jarðhita, er mannagongdin hon, at vit koma út á staðið og kanna, hvussu stór húsini eru, og hvør orkutørvurin er. Síðani bora vit eitt hol, leggja rør í jørðina, rør í húsini og síðani í hitapumpuna. Vit knýta hitapumpuna í øll tey rørini, sum ketilin frammanundan var knýttur í.
Okkara royndir
Vit hava drúgvar royndir við hitaloysnum til bæði størri og smærri bygningar í Føroyum. Niðanfyri er eitt skjótt yvirlit yvir nakrar av teimum verkætlanum, vit hava verið inniyvir, har vit hava veitt bygningunum, og teimum sum húsast har, ta allarbestu hitaloysnina.
Jarðhiti 19.500m2
Sjógvhitaloysn. 14.500m2
Hug til eitt prát um orku?
Kundi tú hugsað tær betri yvirlit og eitt sindur av fakligheit? Um tú ætlar at skifta oljufýringina út ella skifta til hitapumpu ella supplera við øðrum orkukeldum, so kom og práta við okkum um tað.
Tað er óbindandi og ókeypis, sjálvandi, og so fært tú eina góða mynd av, hvat loysir seg best.
Set teg í samband við ein av okkum.