HVS

Hiti

Fyri uttan fremstu hitapumpurnar á marknaðinum selja vit eisini vanligar oljuketlar frá finsku fyritøkuni Termax. Hesir ketlar roynast sera væl. Teir finnast í fleiri útgávum, høgir og lágir, roykrør upp og aftur.

Kemur ketil ikki upp á tal? So trýst á leinkið niðanfyri og les nærri um okkara hitapumpuloysnir.

Hitapumpur

Ventilatión

Góð inniluft kemur ikki úr leysari luft. Ein ventilatiónsskipan hoyrir til í einum nútímans húsum, tí hon skiftir fukt út við fríska luft. Fuktur kann seta seg á veggir, loft og gólv, sum síðani gevur fuktskaða og sopp. 

Vit eru ein av fremstu veitarum innan ventilatiónsloysnir – bæði til sethús og størri bygningar. Vit bæði veita tilfarið og montera tað fyri teg. 

Harafturat hava vit stóra goymslu av ventilatiónsfiltrum til nærum allar ventilatiónsskipanir. 

Sanitet

Og hvussu við baðirúmsmøplum, vesum, kranum, brúsum, kabinum, hurðum og gosbað? Vit hava stórt úrval av øllum, sum hoyrir til heimið. Vørur okkara eru av slagnum Strømberg og eru av hægstu góðsku.

Hesar vørur fáast í alskyns mátum og útgávum, men vera seldar fyri vanligan prís.

Umframt alt hetta kunnu vit sjálvandi eisini leggja vatn í húsini fyri teg.

Gólvhiti

Finst nakað betri enn heitt gólv ein kaldan vetrarmorgun? Við gólvhita fært tú ein javnari hita í rúminum. Harumframt sleppur tú undan at síggja á radiatorar, og so støvar tað nógv minni. Tað sagt, tekur tað longri tíð bæði at hita rúmið upp og at køla tað niður.

Radiatorar

Ein radiatorur er góður, tá tú líka skalt hanga einar vátar vøttur upp at torna. Er gjóstur í vindeygunum, hjálpir tað eisini við einum radiatori. Og hevur tú termostat, hækkar hitin, tá tað verður kalt, og hann lækkar alt fyri eitt, tá tað verður ov heitt í rúminum.

Veitarar