Hitapumpur

Húsini mugu hitast – spurningurin er bara hvussu. Í dag eru nógvar hitaloysnir í at velja, men í flestum førum er ein hitapumpa besta loysnin. Umframt at vera bíligari í longdini, er ein hitapumpa ein umhvørvisvinarligari loysn, tí hitapumpur gagnnýta sína orku frá varandi orkukeldum. 

Her á síðuni fært tú eitt sindur av kunning og góðum ráðum um, hvør hitapumpa hóskar til tín og tín tørv.  

Hvat er ein hitapumpa?

Tað finnast ymisk sløg av hitapumpum. Summar gera luft til hita, og summar fáa hitan frá jørðini umvegis slangur, sum verða boraðar ella grivnar niður. Tað tær hava í felag er, at tær gagnnýta sína orku frá varandi orku.

Hví grøna orku?

Føroyingar hava altíð havt eitt serligt tilknýti til náttúruna. Tá ið vit vuksu upp, var hon okkara spælipláss. Grøn orka er umhvørvisvinarlig, tí hon er viðvarandi og kemur frá vindi og vatni, meðan svørt orka so sum olja og kol verður útvunnin úr náttúruni. Harafturat er ein íløga í grøna orku nógvar ferðir bíligari í longdini. 

Hví grøna orku? Færri rokningar. Minni dálking. Reina samvitsku. 

Mynd av Kallinum

Hvør hitaskipan hóskar best?

Luft til luft? Luft til vatn? Vatn til vatn? Hvat er hvat? Vit hjálpa tær at finna røttu loysnina. Umhvørvisstovan hevur góðkent okkum at seta hitapumpuloysnir upp, og vit eru eisini løggildir el-innleggjarir. Skal hitapumpan virka sum ískoyti til oljufýrin? Ella kemur oljufýrur slett ikki upp á tal, tí tú vilt hava hitapumpu?

Óansæð hvat, so hava vit loysnina. 

Vatn til vatn (Jarðhiti)

Við jarðhita fer oljufýringin í søguna. Hetta er ein umhvørvis- og orkuvinarlig hitaloysn, sum gagnnýtir okkara náttúrutilfeingi. Skipanin er samansett av hitapumpu og slangum, sum innihalda frostvesku. Slangurnar verða boraðar niður í jørðina, har tær so leiða heita vatnið í jørðini umvegis hitapumpuna, sum so hitar húsini og heita vatnið.  

Umframt at vera orkusparandi er hetta ein ljóðleys loysn við einum nútímans sniði, sum tekur seg sera væl út í heiminum. 

Sí úrval

Luft til vatn

Samanborið við oljuketil og oljufýring er hetta ein orkusparandi og umhvørvisvinarlig hitaloysn. Her endurnýtur tú hitan í útiluftini at hita sethúsini og brúksvatnið. Hitapumpan er knýtt í sentralhitan í sethúsunum, har hon leiðir hitan út í radiatorar umframt at hita brúksvatnið. 

Hendan hitapumpan er ljóðleys, umhvørvisvinarlig og leverar eini 3-5 ferðir so nógva orku, sum hon fær at arbeiða við. 

Sí úrval

Ventilatiónshitapumpa

Við eini ventilatiónshitapumpa endurnýtur tú orkuna úr tí brúktu inniluftini til at geva tær hita og heitt brúksvatn. Samstundis syrgir ventilatiónshitapumpan fyri, at húsini eru ventilerað, so tú fært skilabesta luftskiftið inni í húsinum. Við øðrum orðum: altíð fríska inniluft. Hendan loysnin hóskar seg sera væl til íbúðir, summarhús og smærri sethús.

Hetta er ein heildarloysn, tí her fært tú eisini ventilatión umframt hita og heitt vatn. Hetta merkir eitt lægri orkuforbrúk og harvið eina sunnari økonomi.

Sí úrval

Luft til luft

Hendan hitapumpan endurnýtir útiluftina at hita húsini við. Hon er sera effektiv, tí hon gevur eini 3-5 ferðir so nógva orku aftur, sum hon brúkar í el-orku. Hóskar seg sera væl til summarhúsini ella garasjuna, har tað ikki er neyðugt við eini vatnbornari skipan, og hon verður eisini ofta brúkt sum ískoyti til oljuketil við fýring. 

Umframt at vera orkusparandi er hetta ein ljóðleys loysn við einum nútímans sniði, sum tekur seg sera væl út í heiminum. 

Sí úrval

Hví velja Demich?

Tænasta

Fyri okkum merkir góð tænasta ikki bara heildarveiting. Tað merkir eisini, at vit syrgja fyri pappírarbeiðnum so sum boriloyvi og góðkenning av staðseting, og at vit seta skipanina upp fyri teg og læra teg at brúka hana. Eisini bjóða vit tænastusáttmála við 5 ára garanti og lógarkravdum eftirliti. So ert tú vísur í, at hitapumpan koyrir sum hon skal.  

Tøkni

Eitt heim, sum hugsar? Við eini hitapumpu frá okkum og appini myUplink fært tú eina skipan, sum verður tillagað til tíni hús. Sigur hann liggjandi veður, ella brestir hann á við stormi, so tillagar hitapumpan seg sjálv eftir veðrinum. Sostatt heldur tú orkunýtsluni niðri á einum haldgóðum støði. Tað er betri fyri umhvørvið, fyri teg og tíni og ikki minst fyri pengapungin.

Tilskot

Tilskot merkir, at tú fært bæði tann bíligasta streymin umframt mvg afturgoldið fyri hitapumpuna. Allar hitapumpurnar hjá okkum hava ta neyðugu góðkenningina, sum krevst, fyri at tú fært tann bíligasta streymin. Tá ið hitaloysnin er sett upp, og rokningarnar eru goldnar, fært tú eisini part av mvg'num fyri hitapumpuna endurgoldið. Hesum hjálpa vit tær við. 

Hitapumputænastan

Hitapumputænastan svarar á tlf. 350 390 og er til taks allar yrkadagar frá kl. 8–22 og í vikuskiftinum frá kl. 10–22. 

Við hitapumputænastu frá okkum verður garantiið víðkað úr einum ári upp í fimm ár. 

Vit koma at eftirkanna hitapumpuna hvørt ár og tryggja, at hon koyrir so væl og bíliga, sum hon eigur. Og sjálvandi er lógarkravda hitapumpueftirlitið fevnt av okkara árliga eftirliti. 

Hug at síggja eina hitapumpu?

Ein hitapumpa er ikki bara ein hitapumpa. Hon er partur av heiminum. Tí verður tikið hædd fyri bæði design og funktión. Tá tú letur vakra aluminiumsskápið upp, finnur tú eina røð av møguleikum við m.a. touch-screen og innbygdari smart-funktión. 

Vit hava nógv sløg av hitapumpum í handlinum, so legg leiðina framvið og uppliva, hvussu tær síggja út og roynast. 

Sí okkara showroom

Veitarar

Góðskutrygging

Vit eru einasti veitari í Føroyum, sum hevur eina aktiva góðskutrygging. Góðskutryggingin er eitt skjal, sum inniber allar upplýsingar um hitapumpuna. Í høvuðsheitum fevnir hetta um móttøkueftirlit, framleiðslueftirlit, endaeftirlit umframt myndir og viðmerkingar. So vita vit – og tit – altíð hvat og hvussu.

Ivan Gærdbo Hofgaard
Atli D. Nattestad

Hug til eitt prát um orku? 

Kundi tú hugsað tær betri yvirlit og eitt sindur av fakligheit? Um tú ætlar at skifta oljufýringina út ella skifta til hitapumpu ella supplera við øðrum orkukeldum, so kom og práta við okkum um tað.

Tað er óbindandi og ókeypis, sjálvandi, og so fært tú eina góða mynd av, hvat loysir seg best.

Set teg í samband við ein av okkum.