Sølu- og gjaldstreytir
Innleiðing
Niðanfyristandandi treytir eru galdandi fyri allar veitingar, ordrar og útleigu, uttan so at onnur avtala fyriliggur.
Tilboð
- Tilboð verða givin óbindandi fyri kundan, og við fyrivarni fyri millumsølu.
- Gevur seljari tilboð, har ið tað ikki er skriva nøkur góðkenningarfreist, fellur tilboðið burtur, um so er at góðkenningin ikki er komin framm til seljara í seinasta lagið 8 dagar frá tilboðsdagfestingini.
- Demich tilskilar sær rætt til, uttan ávaring, at broyta príslistar, tilboð, útsølu vørur og katalogvørur. Møgulig uppgivin mát og aðrar tekniskar útgreiningar givnar í einum tilboði ella í katalogi eru einans vegleiðandi, tí tekur P/F Demich sær ikki ábyrgd fyri feilir og manglar í hesum tilfari.
- Um so er, at tað í tíðini aftaná at avtalan um keyp er gjørd, henda broytingar í tolli, skatti, flutningsgjøldum e.l. er P/F Demich heimila at hækka prísirnar tilsvarandi. Fráboðan um hetta skal verða borin fram áðrenn vørðan verður send.
- Tilboð eru grundað á teir tilfarsprísir, sum eru galdandi tá tilboðið verður givið. Serliga viðvíkjandi tí tilfari, sum skal keypast inn seinni, verður fyrivarni tikið fyri at hækka endaliga tilboðið, um hesir tilfarsprísir hækka frá tilboðsdegnum til tilfarið verður keypt.
Prísmeting
- Prísmetingar eru einans vegleiðandi. P/F Demich tekur sær ikki ábyrgd fyri meirkostnaði av vørum og/ella arbeiði, um tað vísir seg at verða meiri umfatandi enn roknað var við.
Levering og ábyrgd
- Levering fer fram fyri keyparans rokning.
- Uppgivnar leveringstíðir eru vegleiðandi og fastsettar eftir meting, og kunnu tí ikki vera orsøk til avlýsing ella endurgjald.
- P/F Demich kann ikki ábyrgdast rakstrartap, vinningstap (avancetab) ella onnur óbeinleiðis tap.
- P/F Demich kann ikki ábyrgdast fyri seinkingar ella forðingar, orsakaðar av force majeure ella øðrum umstøðum uttan fyri okkara tamarhald.
- P/F Demich kann ikki ábyrgdast fyri tap, skaðar og/ella manglar, sum heilt, ella partvíst stava frá, ella eru ein fylgja av asbest. Hetta er eisini galdandi um aðrar skaðaorsøkir eru viðvirkandi til tap, skaðar og/ella manglar.
Sølutreytir
- Avgreiðslur undir kr. 300,00 uttan meirvirðisgjald, verða bert avgreiddar ímóti kontantari gjalding. Er hettar ikki møguligt, tilskila vit okkum rætt til at seta kr. 30,00 uttan meirvirðisgjald á sum avgreiðslukostnað.
Gjalding
- Er ikki onnur avtala gjørd, er gjaldingin netto kontant við móttøku av faktura.
- Um ikki verður goldið rættstundis, verður renta roknað av ágóðanum við 2,0% rentu pr. byrjaðan mánaða roknað frá falldegnum. Keyparin hevur ikki rætt til at afturhalda gjalding orsakað av møguligum mótkrøvum, ið P/F Demich ikki hevur góðkent.
Okkara gjaldstreytir við veiting av jarðhita eru hesar:
- Tá tikið verður av tilboði frá okkum um veitan av jarðhita, ynska vit eina fíggjingartilsøgn frá peningastovni, at fígging er tøk til endamálið.
- Fyrsta ákontogjaldi fellur til gjaldingar tá jarðhitaholið er borað, og seinra gjaldið tá skipanin er liðugt uppsett.
Returvøra
- Vørur vera bert tiknar retur sambært frammanundan gjørdari avtalu í hvørjum einstøkum føri. Vørurnar skulu verða óbrúktar, lýtaleysar og í upprunaligari innballing. Vørur, ið vit serstakt hava útvegað fyri kundan, verða ikki tiknar retur.
- Fyri at veita trygd fyri at vøran er keypt frá okkum, skal fakturin uppá vøruna leggjast fram av keyparanum, tá vøran verður latin retur.
- Góðkendar returvørur verða góðskrivaðar við frádrátti uppá minst 10% av fakturaprísi, sendar franko til goymslu okkara innan 8 dagar frá okkara veiting.
- Innlating av vørum í samband við klagu, er fyri keyparans vága.
Klagur
- Keyparin má beinanvegin hann hevur fingið vøruna, og áðrenn vøran verður tikin í nýtslu, kanna veittu vøruna, fyri at tryggja sær at hesar eru lýtaleysar. Endurgjaldskrøv fyri klagur, herundir mongdarmunur, ið er, ella átti at verið funnin við slíkari kanning, mugu verða sett fram skriftliga beinanvegin, og seinast 8 dagar aftaná at vøran er veitt keyparanum, fyri at kunna verða góðtikin.
- Vit átaka okkum onga endurgjaldsábyrgd fyri ófullfíggjaðar vørur ella skaðar orsakað av óhóskandi/skeivari nýtslu.
Leigutreytir
- Leigumálið verður roknað frá tí degi, amboðini verða flutt av okkara øki, til og við tann dag amboðini verða afturborin til okkara.
- Tann dagliga leigan verður roknað fyri alt leigutíðarskeiðið, líka mikið um amboðini eru í nýtslu ella ikki. Vanliga verður roknað við 6 daga arbeiðsviku á 8 tímar, frá kl. 8 – 17, um ikki annað er avtalað – undantikið eru tó avfuktarar og hitablásarar har roknað verður við 7 daga arbeiðsviku.
- Stytsta leigumál fyri leigu av amboðum er 1 tíðarskeið, ið er 8 tímar.
- Amboðini verða latin klár til nýtslu og í fullgóðum standi. Leigari váttar við síni undirskrift á fylgiseðilin, at hann hevur kannað amboðini, og at standurin á amboðunum ikki gevur orsøk til atfinningar. Leigarin átekur sær, í leigutíðarskeiðnum, fullan váða í samband við nýtslu av amboðunum. Leigarin hevur ikki rætt til at krevja endurgjald fyri gjald (herundir eisini rakstrartap), slíta leiguavtaluna ella gera krav galdandi um miskrøkt, um tað seinni vísir seg, at tey leigaðu amboðini hava brek ella ikki samsvara fortreytirnar fyri leiguni. P/F Demich roynir tó eftir umbøn at útvega egnað amboð av nýggjum. Tílík amboð verða fakturerað eftir galdandi dagsprísum.
- Prísirnir hjá P/F Demich byggja á at amboðini verða leigað til faklærd, og tað verða tí bert givnar munnligar vegleiðingar. Leigarin ber váðan og hevur ábyrgdina av skaða, ið stendst av skeivari ella ókønari nýtslu av amboðunum. Umvælingar ella broytingar mugu ikki gerast á leigaðu amboðini uttan skrivligt samtykki frá P/F Demich.
- Leigarin rindar allar útreiðslur til uppseting, niðurtøku og rakstur av amboðum, umframt allar útreiðslur til brennievni, smyrjing, el og tílíkt. Um vørur verða latnar til avtalaða tíð og av orsøkum sum ikki skyldast P/F Demich, má bíðast, áðrenn vøran kann lossast av, verður henda bíðitíð skuldskrivað leigaranum.
- Amboð og maskinur skulu latast nývaskað aftur, og í sama standi, sum tey vóru í, tá leigumálið byrjaði. Eftir at amboðini eru móttikin av okkum, verða tey sýnað, og møguligir skaðar, herundir orsakað av ov harðligari nýtslu, skeivari handfaring ella líknandi, verða goldnir av leigaranum, eins og møgulig reingerð verður goldin av leigaranum.
- Amboðini eru ogn hjá P/F Demich og útleigarin hevur altíð rætt til at sýna útleigaðu amboðini. Amboðini mugu ikki verða flutt til arbeiðspláss hjá øðrum, uttan at útleigarin verður kunnaður, og amboðini mugu ikki verða framleigað ella lænt út til onnur, uttan at skrivlig avtala er gjørd við P/F Demich. Um tað verður staðfest, at amboðini verða misbrúkt, kann útleigarin uttan ávaring siga leigumálið upp og taka amboðini aftur fyri leigarans rokning.
- Amboðini skulu verða hóskandi tryggjað av leigaranum. So leingi amboðini ikki eru avheintað av útleigara ella borin aftur á útleigarars øki, og undir allari leigutíðini, ber leigarin allan váða og hevur alla ábyrgd av teimum leigaðu amboðunum og handfaring av maskinunum.
Leigarin hevur skyldu til at tekna trygging fyri alt leigutíðarskeiðið, uttan so at hann kann prógva, at hann hevur eina trygging, sum fevnir um tey leigaðu amboðini, og at tryggingin er goldin.
Allir skaðar, sum tryggingin ikki fevnir um, skulu endirgjaldast av leigara.
Allir skaðar skulu beinanvegin skrivliga fráboðast til útleigara. Herverk, stuldur ella onnur brotsverk skulu harafturat skrivliga meldast til løgregluna við upplýsingum, um at løgreglufrágreiðing verður send til P/F Demich í seinasta lagi innan 48 tímar. - Útreiðslur, ið standast av steðgi í arbeiðinum orsaka av brekum ella skaðum á tey leigaðu amboðini, verða goldnar av leigara.
- Leigað amboð kunnu ikki avhendast til leigara ella onnur, og P/F Demich hevur altíð ognarrættin til amboðini. Leigarin hevur skyldu til at ansa eftir, at eyðkennismerkini hjá P/F Demich eru heil og ikki verða tikin av amboðunum í leigutíðini.
- Allar trætur, sum ikki verða loystar í sátt og semju millum P/F Demich og leigara, verða at avgera við rættarmáli, ið byrjar við Føroya Rætt.
- Demich tilskilar sær rætt til at krevja eina trygd (depositum), sum svarar til virðið á amboðunum. Kundin skal, um hann verður biðin um tað, kunna vísa samleikaprógv.
- Allir prísir eru uttan meirviðisgjald.
- Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum og prísbroytingum.
- Hesar treytir ógilda allar gamlar leigupríslistar og handilsstreytir.
Force majeure
P/F Demich er ikki ábyrgda av umstøðum, sum P/F Demich ikki hevur ræði á, herundir kríggj, ófriður, streyka, lock out, ringum veðri, herundir frost o.o., sum ger tað trupult og í summum førum ómøguligt at veita vøruna.
Ósemja
Ein og hvør ósemja viðvíkjandi avtalum, leigumálum og tað sum er selt, sum ikki verða loystar í sátt og semju millum P/F Demich og leigara/keypara, verða at avgera við rættarmáli, ið byrjar við Føroya Rætti.