Rørsmiður til Demich
Grøna orkan í Føroyum
Tað verður nógv tosað um grøna orku fyri tíðina. Hetta er ein vinnugrein, sum er í stórari menning, og sum verður mett sum vakstrarøki her í Føroyum eins og úti í heimi. Sum rørsmiður hjá Demich fært tú nógva vitan og eina rúgvu av royndum innan økið. Á tann hátt kunnu vit uppstiga teg til at gerast ein av mest eftirspurdu rørsmiðum í landinum næstu nógvu árini.
Hvat fært tú frá Demich?
Tú kemur at arbeiða í einum mennandi umhvørvi, har tú fært nógvar spennandi og fjølbroyttar avbjóðingar. Hartil kemur sjálvandi ein fittur og fryntligur starvsfólkahópur. Síðst, men ikki minst, so fært tú fastan arbeiðsbil og sera góð og slitsterk amboð.
Hvat fær Demich frá tær?
Vit vænta, at tú ert handverkari og hevur annaðhvørt útbúgving ella royndir innan vanligt HVS-arbeiði. Harnæst at tú ert fyrikomandi, leggur nógv fyri dagin og fært nógv á skaftið.
Um Demich
Í knappa hálva øld hava vit hitað føroysk húsarhald, og fyri 15 árum síðan avgjørdu vit, at framyvir fóru vit í mest møguligan mun at fáast við grønar hitaloysnir. Miðvíst menna vit okkara vitan og royndir innan hitapumpur. Tað verið seg bæði innan jarðhita, luft til vatn, luft til luft og sjógvhitapumpur umframt ventilatiónshitapumpur. Vit hava skeið hvørja viku fyri okkara hitapumpumontørum, og vit hava javnan vitjan av veitarum uttanlands, sum eisini hava skeið fyri okkara fólki, umframt at vit senda fólk av landinum á skeið at nema sær vitan uttanífrá.
Setanarviðurskifti
Hetta er eitt fastlønt starv, og lønin verður sambært nærri avtalu – í mun til royndir og útbúgving. Harafturat bjóða vit samlagstrygging til øll okkara starvsfólk.
Send eina umsókn á starv@demich.fo.