Hitapumpur gagnnýta orku úr yvirskotshita og sjóhita

31/1/2025
Hitapumpur gagnnýta orku úr yvirskotshita og sjóhita

Stóra útbyggingin av Landssjúkrahúsinum í Føroyum verður upphitað við hitapumpum frá Vølund, har føroyska fyritøkan Demich hevur staðið fyri verkætlanini og gagnnýtt orku úr yvirskotsvarma og sjóhita.

Burðardyggur hiti frá byrjan til endað

Landssjúkrahúsið í Havn er útbygt við 14.500 fermetrum, og allur hiti og alt heitt brúksvatn stava frá grønum orkukeldum í form av yvirskotsvarma og sjóhita.
Verkætlanin hevur burðardygd í hásæti heilt frá byrjan, og valið fall á hitapumpur frá Vølund, sum saman við Demich hevur gagnnýtt møguleikarnar við, at sjógvurin kring
Føroyar hevur eina javna hitastøðu á umleið 10 stig alt árið. Orkan frá sjónum verður umskapað til hita til bæði radiatorar, gólvhita og heitt brúksvatn.

Hitapumpurnar á Landsjúkrahúsinum

14 hitapumpur

Skipanin fevnir um 14 hitapumpur, sum hvør hevur eina orku á 60 kW. Ætlanin var fyrst at nýta eina stóra hitapumpu, men í samskifti millum Demich, Vølund og byggiharran
varð loysnin broytt til eina skipan við fleiri minni pumpum, ið arbeiða saman. Hetta tryggjar betri rakstrartrygd, lættari viðlíkahald og lægri kostnað. Hitapumpurnar verða eisini nýttar til køling av servararúmum, sum hýsa KT-tænastum
fyri bæði Landssjúkrahúsið, tvey onnur sjúkrahús, eldrarøktina og kommunulæknarnar í Føroyum. Yvirskotsvarmin frá kølingini verður gagnnýttur til upphiting av sjúkrahúsinum. Hesar somu hitapumpur verða vanliga brúktar til húsahitaskipanir, men í hesum førinum eru tær settar saman í eina skipan, har tær arbeiða saman fyri at nøkta tørvin á hitastigi

Demich sum høvuðsveitari

Demich, sum er ein av leiðandi HVS-fyritøkunum í Føroyum, hevur staðið fyri høvuðsarbeiðinum í hesi verkætlanini. Fyritøkan hevur havt ábyrgdina av bæði ráðgeving og innlegging av hitapumpuskipanini, og hetta er gjørt í samstarvi við Vølund, sum hevur veitt tøkniliga ráðgeving og útgerð. Demich hevur við sínum roynda starvsfólkahópi tryggjað, at hitaskipanin virkar optimalt og burðardygt.

Nýggi H-bygningurin

Høvuðsráðgevi: FAERPORT II
Arkitektar: Selmar Nielsen Arkitektar / Árni Winther Arkitektar
Byggifrøði: LBF Ráðgevandi Verkfrøðingar
Tøkni og innleggingar: SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar
Myndir: Leit v/ Finnur Justinussen